Vónarmýking

Vit bjóða eina milda og linnandi vøddamýking, sum er sniðgjørd júst til tín og tann tvílívaða kroppin.
Kvinnukroppurin er undurfullur, men kortini møta nøkur konufólk avbjóðingum í burðartíðini. Av teimum avbjóðingunum kunnu vit m.a. nevna: pínu í lendunum, pínur, ampa í iskias, eym bein og føtur, spenningar í ryggi og yvirkroppi.
At bera barn er ein serlig tíð, sum skal njótast. Tí vilja vit vera við til at linna um teir vansar, ið burðartíðin eisini hevur við sær. Við einari mildari vøddamýking, sum er sniðgjørd í samráð við einstøku kvinnuna, ynskja vit eisini at skapa tryggar karmar fyri barnakonuna og barnið.
Tær flestu barnakonurnar velja eina lætta, men gjølla, vøddamýking í ein tíma, men tú ert hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum, soleiðis at vit kunnu sniðgeva vónarmýkingina persónliga til tín.