Vøddamýking gagnar øllum og gevur nýggja orku til arbeiðsdagin. Vøddamýking gagnar nevniliga virkinum og starvsfeløgunum.
Tú kennir heilt sikkurt til eymar, knýttar vøddar í herðum og ryggi, stívan nakka, møði og kanska høvuðpínu.
Vit gloyma mangan at ansa kroppinum dagliga, meðan vit starvast bæði heima og úti. Tað kann ganga út yvir orku og svøvn, tá ið vøddar knýtast, og er tað serliga ringt, tá kann høvuðpína ella ein ”músaarmur” skjótt enda við eini longri sjúkufráboðan.
Hví ikki gera eina broytiliga avtalu um virkisvøddamýking við okkum, sum hóskar seg til tykkum? Á henda hátt kunnu vit hjálpa við til, at kroppurin er væl fyri, soleiðis at tað kennist lættari at verða hugsavningarførur í arbeiðinum.
Kanningar vísa, at har arbeiðspláss kunnu bjóða sínum starvsfeløgum vøddamýking, har eru sjúkradagarnir minkandi í stórum tali.
Hví velja vøddamýking hjá Multifidus?
Tí at vit gera okkara besta fyri at geva tykkum eina fullkomna uppliving!
Vit veita yrkisliga tænastu og viðgerð á sera høgum støði. Vit eru dugnalig og hava viðkomandi útbúgving og gera okkara besta fyri at finna loynsir, sum hóska til tykkum.
Vit hugsa um at gera tað lagaligt.
- Brík
- Løk, krem o.t.
- Online booking, um tørvur er á hesum
- Glaðar, dámligar og blíðar viðgerðarar
Um áhugi er fyri hesum, kann vøddamýking eisini nýtast til einføld tiltøk. Tit lata okkum frætta fyri at fáa eitt gott tilboð.
Hví umhugsa vøddamýking til starvsfólk?
Her eru nakrar av mongu orsøkunum, hví vit vilja bjóða vøddamýking til tykkara starvsfólk, sama hvussu tað er ein leypandi loysn fyri vøddamýking ella einusinnistilboð.
- Glað og vælnøgd starvsfólk eru høgt virðismett
- Færri sjúkradagar og arbeiðiskaðar
- Starvsfólkið lønar aftur við góðum arbeiðsavriki
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi
- Arbeiðspláss, ið bjóða vøddamýking til teirra starvsfólk, betra um trivnaðin
Eyðkendu árinini og arbeiðsskaðar, sum vøddamýking kann bøta um eru:
- Músaarmur
- Sinaslíðrabruni
- Trupulleikar við herðunum
- Nakkapína og stirvni
- Lendapina
- Møði, strongd og trupulleikar við at sova v.m.
Vit vilja fegin svara tykkara spurningum og senda tilboð. Drálið ikki við at senda okkum teldupost við nøkrum upplýsingum um tykkum, og hvat tit ynskja. So skriva vit aftur skjótast tilber.