”Hot Stones” vøddamýking er ein undurfullur háttur at fáa linna til sínar knýttu vøddar.
”Hot Stones” vøddamýking kann knýtast saman við sports ella vælveru mýking, soleiðis at tú fært ta mest fullkomnu mýkingina, tú kan ynskja tær
Her vil tú njóta kensluna av teimum heitu steinunum, sum hita tínar vøddar í dýbdini, meðan tú verður mýkt. Steinarnir verða brúktir til at mýkja við, meðan teir gera sín góða virkna inn í kroppin við hitanum
Hvaðani stavar ”Hot Stones” ?
”Hot Stones” ella heitir steinar hava verðið nýttir í ártúsund, sum ein partur av heilsubót. T.d. er tað gamal siður at brúka heitar steinar í Kina, sum á fleiri háttir hevur verið við til at hugkveikja og ávirka Vesten við fleiri møguleikum av viðgerðum. Eisini indianarnir í Amerika hava brúkt ”Hot Stones” til viðgerðar at betra um heilsuna.
Hvussu virkar ”Hot Stones” vøddamýking?
Tá heitu steinarnir liggja á vøddunum, vil hitin frá hesum fara inn í vevnaðin soleiðis at blóð og lymfekør víðka og hetta gevur við sær, at bloðstreymurin verður fornýggjaður og hevur ein linnandi ávirkan uppá knýttum og eymu vøddarnar.

Tú kennir:
- Vøddalinna
- Pínu linna
- Ringrensi og flow
- Sálarligan linna og hvíld
Óansæð um tú søkir einari góðari vælveru uppliving ella ynskir linna, er Hot Stones mýkingin millum tær bestu marglætis viðgerðunum.
Kostnaðurin er nakað hægri enn vanlig vøddamýking, tað er tí vit brúka tíð uppá at reinsa steinar aftaná brúk.