Kom og njót eina milda og gjølla vøddamýking, har ið brennidepilin er vælvera og hvíld. Vælverumýkingin er sinnilig og gevur kroppi og sinni frið frá gerandisdegnum. Vit hava heitar briksir, soleiðis at tú liggur fjálgt og væl, meðan tú verður mýktur.
Undir viðgerðini liggur tú fjálgt undir einum laki. Tú ert einans úrlatin um tað økið, sum mýkt verður. Vit byrja við longum mildum kínum at spjaða oljuna út og hita vevnaðin, soleiðis at vit varisliga kunnu fara inn í dýpdina av vøddalagnum.
Vit enda altíð vælverumýkingina við einari andlits- og høvuðbotnsmýking, men ynskir tú at fáa hendur og føtur mýktar, so er bara at boða frá. Hetta er tín túrur í vælveru dreymaland.
Vit nýta altíð sunnar, húðrøkjandi og angandi heimagjørdar oljur, tá vit mýkja. Húð tín gerst mjúk og lekkur, tá ið tú verður mýkt/ur hjá okkum, men tað er ikki bara húðin, sum hevur ágóðan av oljunum. Kroppur tín verður eisini meira avslappaður, tá ið hann verður hjúklaður um.
Vælverumýkingin er til tín, sum beinanvegin hugsar ”LUKSUS”, tá ið tú hoyrir orðið ”vøddamýking”. Hetta er ein viðgerð, har ið tú trygt kann leggja teg afturá og njóta, at kroppur tín verður hjúklaður um frá høvdi til sporl. Tað einasta, sum tú skalt gera, er at slappa av.
Tað er vísindaliga prógvað, at tú fært betri svøvn og minni strongd eftir vøddamýking. Tú kemur í betri samband við teg sjálvan og kropp tin, og tað er her, at tann milda vælverumýkingin hjálpir at fáa ró.
So hevur tú veruliga tørv á at avstreingja, so viðmæla vit, at tú biður um minst ein tíma av vælverumýkingini.
Vælverumýkingin er eisini tann best umtókta vøddamýkingin, tá ið tosað verður um gávukort. Ynskir tú at gleða onkran við einum gávukorti til vælverumýkingina, so kanst tú trýsta á her.