Ítróttarmýkingin er ein gjøll vøddamýking, har farið verður í dýpdina í vøddalagnum. Hevur tú sýru ella andsperri í beinunum, vøddaspenningar (myosur) í nakka og akslunum, so er hetta mýkingin fyri teg.
Vit samanseta ítróttarmýkingina við úrslitagóðum mannagongdum frá vanligari giktafrøðiligari vøddamýking og “triggerpunktmassage”. Ítróttarmýkingin gagnar bæði ítróttarfólki, men eisini púra vanligum fólki, ið hava fingið ampa av keðiligum arbeiðsstøðum, kontórarbeiði, strongd og øðrum skaðum.
Sum áður nevnt, so fara vit í dýpdina í ítróttarmýkingini, men tað er jú tú, ið ræður, hvussu hart og djúpt. Set teg í samband við okkum, og vit tillaga mýkingina til tín tørv.